Noreg, Oslo (Portalurin): Eins og í 2024, varð eitt felagsskifti hjá Ísaki Vedelsbøl kunngjørt dagin fyri eitt EM-endaspæl .
Tá hevði evnaríki strikuspælarin gjørt samrøðu við IK Sävehof - nú skiftir Ísak úr svenska stórfelagnum til danska høvuðsstaðarfelagið HØJ.
- Eg vænti, at HØJ og eg fara at hóska væl saman, og at tað er tað rætta fyri menningina hjá mær: At venja dagliga og spæla ímóti betri mótsstøðu.
Sí eisini: EM-spælari skal skjótt spæla í bestu donsku deildini
HØJ hevur keypt Ísak Vedelsbøl leysan úr sáttmála hansara, men spælir hann í Svøríki til í summar.
21-ára gamli miðverjin fekk stóran leiklut hjá Føroyum í farnu undankapping, og gleðir seg til eina stóra uppliving fríggjakvøldið.
- Vit merkja ikki nógva spenningin í so stóran mun her á okkara gistingarhúsi, men vita hvussu nógv fólk koma, og tað fer at merkjast av álvara, tá vit koma inn á gólvið í annaðkvøld.
![]()
Ísak Vedelsbøl í Unity-leikhøllini har hann og liðfelagarnir vandu í gjár - og skulu spæla í annaðkvøld, sunnudagin og týskvøldið (Mynd: Sverri Egholm)
Les eisini: Bredsdorff: - Skulu tora at droyma - eins og restin
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald