Teir valdu at rotera í dag og halda sjey av teimum, sum hava spælt allarmest, uttanfyri allan dystin.
Hetta skuldi vísa seg at vera ein klók avgerð hjá venjaratoyminum. Elias, Pauli (x2), Hákun og hinir fingu hvíld, meðan aðrir svangir og dugnaligir fingu víst seg fram - og tað gjørdu teir so sanniliga.
Julian Johansen er errin av ungu monnunum og fegnast um avrikið . Serliga var verrjuparturin sterkur við 5-1 og Sasha í málinum, og í álopinum gekk Bjarni í Selvindi á odda.
Nú eru eyguni vend móti fjórðingsfinaluni, ið Føroyar hava nakað yvir tvey og eitt hálvt samdøgur at fyrireika seg til. Har skulu okkara helst spæla móti Serbia. Eitt heldur ókent mótstøðulið, men tað verða vit til reiðar til, staðfestir Julian. Hann tosar eisini longu um, at Føroyar helst ikki skula nýta alt ov nógv magn í tí dystinum.
Óli Mittún verður við í hópinum, sum í morgin fer til Berlin. Í dag fekst sjón fyri søgn, at nógvir halda seg framat, og tað eru ikki lættar uppgávur hjá venjaratoyminum.
Sí eisini:
Myndir: Føroyar - Portugal
Stóðu próvtøkuna við hægsta metið
Ovi Lützen: - Hesin dysturin gevur okkum nógv
Bjarni í Selvindi: Allir taka av møguleikanum í dag
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald