Høvuðsvenjarin hjá B36 sigur í samrøðuni omanfyri, at hann kanska fyri fyrstu ferð í sínari tíð følir, at hann veurliga hevur nógvar streingir at spæla uppá
Hetta við breiddini vísti seg at vera avgerandi í dag, tí liðið hjá B36 sá sterkari út eftir innskiftingina og hevur breiðari hóp enn 07 Vestur.
Tó vísti útiliðið seg væl fram í Gundadali í dag, og Dan Brimsvík metir eisini, at kappinginn í ár er harðari. Í B36 hava teir merkt, at tað er eitt hoyggj at vinna hesar heimadystirnar móti B68 og 07 Vestur.
Dan Brimsvík var sum vera man lættur eftir 3-2 sigurin á 07 Vestur á heimavølli, har vágamenn løgdu seg á odda í fyrra hálvleiki og eisini skaptu spenning í til endans.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald