Hondbóltur

Video: - Eru ógvuliga glaðir fyri stuðulin vit fáa

Skulu lata færri mál inn men hava ikki fyrireikað okkum uppá júst Belgia - eru hugsavnaðir um okkum sjálvar, sigur Pætur Mikkjalsson, strikuspælari.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2024-01-06 10:03 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Pætur Mikkjalsson spældi meginpartin av 2. hálvleiki í gjár í miðverjuni og inni á strikuni. Hoyvíkingurin hevði nógvar heilt góðar verjuatgerðir, hóast hann sjálvur heldur, at fleiri ikki vóru nóg góðar.

- 31 mál ígjøgnum er ov nógv, og tað skal niður við 5-6 málum til dystin í morgin.

Pætur og liðfelagirnir skulu royna seg móti Belgia aftur í kvøld klokkan 19.30.

Hoyr samrøðuna við strikuspælarin, ið fegnast um føroyska stuðulin, omanfyri.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder