Hann kom til føroyskan fótbólt sum eitt óskrivað blað úr Esbjerg. Ein ungur álopskendur spælari, ið rokmikla felagið á vestursíðuni á Jútlandi ynksti skuldi fáa roynt seg í vaksnamannafótbólti aðrastaðni.
Ungi og orkuríki maðurin endaði í Sørvági, og skjótt byrjaði hann at skora mál og gera skaða á føroysku verjurnar. Í 7. umfari gjørdi hann hattrikk móti NSÍ, seinni tvey mál í hálvfinalu móti KÍ - Mads Borchers var ein sannur fongur hjá 07 Vestur.
Við Portalin sigur fryntligi danin, at hann metir, at føroyskur fótbóltur hóskar væl til hann, tí tað er ein fysiskur leikháttur.
- Eg spæli við nógvum power, staðfestir hann.
Hetta vísti 9’arin av álvara til tíðir í fjør, og nú skal hann hjálpa HB við sínum leikhátti og menna seg víðari í føroyskum vaksnamannafótbólti.
Borchers í hálvfinalu móti KÍ har hann skoraði tvær ferðir (Mynd: Sverri Egholm)
Avdúkaður sum nýggjur HB-spælari fyrst í desember (Mynd: Havnar Bóltfelag)
Maðurin, sum fylti 20 ár miðskeiðis í síðsta kappingarárið, skoraði 12 mál í Betrideildini (meira enn 0,5 fyri hvønn dyst) og samanlagt 15 mál í 28 dystum.
Hetta vakti áhuga úr høvuðsstaðnum, og HB megnaði at fáa Borchers leysan úr sáttmálanum við Esbjerg, ið hevði leigað áleyparan til Føroyar.
Spælarin metir sjálvur, at hann og HB hóska heilt væl sjálvur, at umhvørvi í felagnum er ógvuliga gott, og gleðir hann seg millum annað at royna evropeiskan fótbólt í summar.
Fyrst er tó sjóneykan sett á at stríðast um FM. Tað fyllir nógv í HB, sigur nýggi áleyparin, og hann staðfestir eisini, at HB noyðist at vísa stødufesti fyri at koppa KÍ av trónuni.
- Tað er ikki ómøguligt at vinna á teimum!
Fyrsta royndum hjá HB og Mads Borchers eftir málum og stigum í ár verður í Gundadali sunnudagin klokkan 15.
Sí alla samrøðuna við Mads Borchers ovast í greinini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald