Fótbóltur

Video: - Ger tað meira einfalt at vit skulu vinna

Men tað verður ógvuliga torført í morgin, staðfestir svenski málverjin hjá KÍ. - Verjuparturin er altíð tað mest umráðandi hjá okkum, og hetta er okkara borg, sigur Nils Jonathan Johansson.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2023-11-29 21:10 Author image
Agnar Prestá
placeholder

32-ára gamli málverjin hjá KÍ hevur verið ein fongur, síðani hann kom úr fimtbestu deildini  í Noreg, har hann var miðverji fyrr í ár.

Nils Jonathan Johansson er tó best í málinum, og hann og sterki KÍ-verjuparturin hevur bert latið tvey mál inn í teimum seks evropeisku heimadystunum í ár, har KÍ ikki hevur tapt:

- Verjuparturin er altíð tað mest umráðandi hjá okkum í slíkum dystum, og hetta er okkara borg, staðfestir Jonathan Johansson.

Fryntligi sviin sigur annars, at tað kann vera ein fyrimunur fyri KÍ, at man so at siga noyðist at vinna dystin. Til seinast staðfestir hann, at framtíðin er óviss: Møguliga býr og spælir Nils Jonathan Johansson eisini í Klaksvík í 2024.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder