Í fjør var hann týðandi til U18 EM, og eftir júst farna kappingarár varð ungi Neistamaðurin valdur til Ársins Stjørnuskot í fremstu føroyski kappingini.
Stóri og sterki strikuspælarin skal nú spæla við og ímóti spælarum, har teir flestu eru tvey ár eldri. Hóast hetta er tað millum annað hædd hansara, ið kann verða eitt stórt vápn fyri Føroyar - bæði í verju- og álopsspælinum.
Ísak sigur seg vera ógvuliga glaðan fyri at sleppa at spæla saman við nøkrum av teimum bestu føroysku spælarunum. Hann roynir at læra nakað av teimum, og gleðir seg til endaspælið. Sambært Ísak Vedelsbøl kunnu Føroyar røkka ræðuliga langt - fyrst snýr tað seg tó um Angola.
Fyrsti dysturin hjá U21 landsliðnum er týsdagin, og tað verður ímóti Angola. Hini liðini í bólkinum eru Japan og Spania.
Portalurin verður við á ferðini í Týsklandi, og vit hava ymiskt tilfar næstu dagarnar.
Sí eisini:
Innslag: - Eru eitt lið sum kann vinna á øllum á degnum
Janus Dam Djurhuus: Torført at ímynda sær tá eg snúraði runt her ístaðin fyri at spæla hondbólt
Pauli Jacobsen: Skulu liva upp til tey virðini vit standa fyri
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald