Fótbóltur

Video: - Góvu alt og fingu óluksaliga góða hjálp frá fjepparunum

Vit fáa bara ikki spælið at koyra í dag og fáa lagt trýst heldur seint. Tað staðfestir Ari í Haraldstovu Petersen, 07 Vestur-málverji, eftir tepra tapið fyri HB.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2023-10-04 21:35 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Annað árið á rað er 07 Vestur úti av steypakappingini eftir tap á útivølli fyri føroyskum stórfelagi í seinnu hálvfinaluni.

Hesaferð hóttu vágamenn seinastu løtuna, eftir at Jasper van der Heyden hevði minkað um munin til 2-1 við beinleiðis frísparki.

Ari í Haraldstovu Petersn setur omanfyri orð á tí løtuna, tað at 07 Vestur annars "gyppaði" heldur nógv í kvøld, og annars hvussu nógv, man iðrar seg.

Tó fegnast ungi og evnaríki málverjin um góða stuðulin og framgongdina í felagnum.

Kappingin um Løgmanssteypið - seinna hálvfinalan
Gundadalur, 04.10
HB - 07 Vestur 2-1 (1-0) - samanlagt 3-2
10' Mikkel Dahl (Hanus Sørensen) 1-0
53' Mikkel Dahl (Mathias Præst Nielsen) 2-0
90' Jasper van der Heyden 2-1

Sí eisini: 
Myndir: 07 Vestur-innrás
Mynd: HB - 07 Vestur

HB er aftur í steypafinaluni
Mikkel Dahl: HB fer altíð eftir steypum - eru ein eind í kvøld

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder