Páll Andrasson Klettskarð spældi sín fyrsta evropeiska dyst fyri KÍ í hesum árinum í bólkaspælsdystinum í Bratislava. Nú er lagt upp, at toppskjúttin í Betrideildini byrjar inni í morgin.
Sí eisini: Páll er til reiðar at byrja inni
33-ára gamli 9'arin hevur tíð at skemta eitt sindur, og hann vil nú taka stóru upplivingina, fyri tað sum hon er. Tó vísir Páll á, at KÍ sanniliga ætlar sær stig burturúr dystinum, og at teir skulu hugsavna seg um at gera nógv rætt á Tórsvølli.
Páll Klettskarð setur orð á, hvat hann kann koma við í morgin, og hvussu kvøldið verður serstakt. Sí alla samrøðuna omanfyri.
Páll á tíðindafundinum har Magne Hoseth meira ella minni avdúkaði, at toppskjúttin í Betrideildini fer at byrja inni móti Lille (Mynd: Sverri Egholm)
Sí fleiri myndir av Tórsvølli her
Fyrsta bríksl í Conference League-dystinum millum KÍ og Lille á Tórsvølli í morgin verður klokkan 17.45. Atgongumerki kunnu keypast her
Video: - Haldi eg kann vera ein hóttan í brotsteignum
- Verður bara betri og betri við fótinum, og nú skal man bara njóta hesa upplivingina, sigur Páll Klettskarð. KÍ-áleyparin byrjar helst móti Lille í morgin.
2023-10-04 18:55
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald