
Lille, Frakland (Portalurin): Hann er nú tøkur aftur eftir leikbann. Størsta álopskenda vápnið hjá KÍ stendur í kvøld í Lille og roynir at grunda yvir langa og nærum ótrúliga árið hjá KÍ.
- Tað var sum at ganga á vatninum og alt møguligt...tað kom eisini stórt trýst á frá útlandinum, miðlunum og øðrum. Hetta var nakað, sum man ikki hevði roynt fyrr. Tað tykist nærum óveruligt og ringt at seta orð á beint nú.
Árni Frederiksberg fer at nýta frítíðina rætt, men beint nú hugsar nummar sjey so at siga bara um dystin í morgin. Hann hevur ógvuliga nógv at siga fyri okkum staðfestir 7'arin.
31-ára gamli vongurin úr Saltangará hevur havt trý stór ár í KÍ og gjørdist toppskjútti í Champions League-undankappingini. Hann tosar tó longu nú um at røkka einum bólkaspæli aftur í 2024.
UEFA Europa Conference League, bólkur A
Hósdagin 14.12
20.00:
LOSC Lille - KÍ
Slovan Bratislava - Olimpija Ljubljana
Støðan í bólkinum undan síðsta umfari
1. LOSC Lille 11 stig
2. Slovan Bratislava 10 stig
----------------------------
3. KÍ 4 stig
4. Olimpija Ljubljana 3 stig
Tvey tey ovastu liðini eru komin víðari
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald