2021-10-11 15:02
Leygarkvøldið spældi hann sín A-landsdyst nummar tíggju. Talan er ikki vorðin um fleiri hjá 27-ára gamla havnarmanninum, serliga orsakað av skaðum.
Í samrøðuni dagin fyri dystin móti Skotlandi kemur hann inn á, at tað er umráðandi at vera meira fast við, og hvat hann kann koma við.
Vinstri vongbakkurin úr Sandnes Ulf úr Noreg sigur eisini, at tað at spæla á Tórsvølli gevur eitt boost, og at føroyska liðið skal vísa sama hugburð sum móti Eysturríki.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald