23-ára gamli skálvíkingurin í HB hevði nógv uppá hjartað eftir 4-0 sigurin á Buducnost i UEFA Conference League-dystinum í kvøld.
Hann umbar seg, tí hann var nær við at banna, gloymdi einaferð hvat spurt var um, men tosaði millum annað væl um liðfelagan, Hera Hjalt Mohr.
- Heri er fantastiskur at hava aftur á liðnum, og man kann ikki seta orð, hvussu nógv hann hevur at siga fyri HB - ein deiligur persónur, segði hann.
Pætur Petersen takkar áskoðarunum eftir dystin...
Her saman við René Shaki Joensen, ið eisini leikti ein góðan dyst
Heri Hjalt Mohr spældi ein frálíkan dyst og legði upp til málið hjá Pæturi (Myndir: Sverri Egholm)
HB hevur ikki havt góð úrslit í Evropa - serliga seinastu árini og í mun til onnur feløg - men tað merkir nógv fyri liðið, um tað eydnast at koma víðari.
- Eisini deiligt at kunna "sjyssja" onkur fólk við hesum úrslitinum, segði Pætur Petersen skálkaliga at enda
Hann staðfesti, at HB ikki bara vil víðari úr hesum umfarinum, men longur enn tað. Um greipuvinnararnir koma víðari, so verður Dinamo Tbilisi ella Maccabi Haifa mótstøðuliðið í 3. umfari í kappingini.
Sí eisini:
Sannførandi og søguligur HB-sigur
Teitur: Tað er bara klassi at vinna 4-0
Michal: - Haldi hetta eru størstu dystirnir í árinum
Myndir: HB - Buducnost Podgorica
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald