1-1 í fyrra dystinum í 1. umfari í Conference League. Í annaðkvøld, hósdagin 18. juli klokkan 19 tekur Víkingur móti Liepaja í Klaksvík.
Arnbjørn Svensson staðfestir, at víkingarnir nú kenna mótstøðuliðið væl betri. Lettiska liðið hevur verið fyri nógvum broytingum í summarflytingarvindeyganum.
25-ára gamli landsliðsspælarin sigur við Portalin, at Víkingur skal vaska beiska evropeiska tapið frá í fjør av sær. Tá skoraði hann sjálvur útjavnandi mál í yvirtíðini í Klaksvík, men varð tað kolldømt vegna rangstøðu.
Tá vit vóru í Sarpugerði til venjing týskvøldið, vóru fyrireikingar nógvastaðni til G! festivalin. Fyri víkingar byrjar festivalurin í Klaksvík, og syðrugøtumaðurin sigur smílandi, at man trívist væl í Klaksvík, og at teir skulu syrgja fyri góðari byrjan uppá G! festivalin.
Víkingur - Liepaja (1-1) byrjar klokkan 19 í morgin. Vinnarin fer víðari til 2. umfar í Conference League og fær milliónainntøkur.
Sí samrøðuna við Arnbjørn Svensson omanfyri.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald