
Fyrrapartin var tíðindafundur á Tórsvølli í sambandi við at A-landsliðini við monnum varð úttikið. Hetta til uppgávurnar móti Kroatia og Gibraltar í september.
Sí eisini: Jóan Símun er aftur á listanum - fleiri KÍ'arar eru úti
Eins og seinastu ferðirnar er Jann Julin Benjaminsen á listanum hjá landsliðsvenjarunum. Høgri bakkurin hjá NSÍ kappast í stóran mun við Jóannes Kalsø Danielsen (KÍ) um plássið sum høgri vongverji hjá Føroyum. Jann staðfestir fyri FM1 og Portalinum, at kappingum um at koma á landsliðið og um minuttir harðnar
- Kappingin um landsliðsplássini hevur ikki verið so hørð sum nú í langa tíð, sigur 28-ára gamli nesmaðurin.
Jann Benjaminsen heldur, at tað hevur eydnast væl undir verandi venjaratoymi: - Vit eru væl við í øllum dystunum og standa saman.
- Kunnu skapa nakað móti Kroatia
Pætur Nolsøe og Jann Benjaminsen tosaðu serliga um fyrra dystin í landsliðsvindeyganum. Hann verður á heimavølli móti krútsterka Kroatia.
- Kroatar eru sterkir og formsterkir, men vit trúgva uppá, at vit kunnu skapa eitt stórt úrslit á heimavølli. Vónandi kunnu vit fylla Tórsvølli og geva nakað aftur - og tað bilar einki, um tað verður nakað av regni og vindi, sigur Jann Benjaminsen smílandi.
Hoyr samrøðuna við landsliðsbakkin ovast - Pætur Nolsøe og Sverri Egholm gjørdu samrøðuna.
Hópurin til HM-undankappingardystirnar móti Kroatia og Gibraltar:
Málverjar:
Bárður á Reynatrøð, Víkingur
Mattias Heðinsson Lamhauge, FC Fredericia (Danmark)
Bjarti Vitalis Mørk, HB Tórshavn *
Verjspælarar:
Andrias Edmundsson, Wisla Plock (Pólland)
Gunnar Vatnhamar, Víkingur Reykjavík (Ísland)
Odmar Færø, KÍ Klaksvík
Samuel Johansen Chukwudi, SJK Seinäjoki (Finnland) *
Viljormur Davidsen, HB Tórshavn
Martin Agnarsson, Aarhus Fremad (Danmark)
Jóannes Kalsø Danielsen, KÍ Klaksvík
Jann Julin Benjaminsen, NSÍ Runavík
Miðvallarar:
Brandur Hendriksson Olsen, NSÍ Runavík
Hanus Sørensen, NK Triglav Kranj (Slovenia) - leigaður úr NK Celje
Noah Hans Mneney, HB Tórshavn
Jákup Biskopstø Andreasen, KÍ Klaksvík
Geza David Turi, Grimsby Town, Grimsby Town (Ongland) *
Árni Frederiksberg, KÍ Klaksvík
Adrian Justinussen, Hillerød Fodbold (Danmark)
Poul Kallsberg, Hillerød Fodbold (Danmark)
Jóannes Bjartalíð Fredrikstad FK (Noreg) *
Áleyparar:
Jóan Símun Edmundsson KA Akureyri (Ísland) **
Páll Andrasson Klettskarð, KÍ Klaksvík
Meinhard Egilsson Olsen, Kolding (Danmark) *
* Við í mun til seinast
** Varð ikki úttikin í fyrstu syftu í juni men avloysti skadda Petur Knudsen til dystin móti Gibraltar
HM-undankappingardystir í september:
Fríggjadagin 5. september á Tórsvølli: Føroyar - Kroatia
Mánadagin 8. september í Gibraltar: Gibraltar - Føroyar
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald