Føroyska A-landsliðið við kvinnum hevur síðstu dagarnar havt venjingar í Føroyum fram ímóti fyrstu undankappingardystunum til EM næsta ár.
Fyrri dysturin verður í Svøríki í annaðkvøld, og føroyski hópurin hevur fyrrapartin sett kósina ímóti Uppsala, umvegis Keypmannahavn.
(Mynd: Sverri Egholm)
Tað er tó í heimadystinum móti Íslandi, at Føroyar greitt hevur ein betri møguleika, um hesir dystirnir verða samanlíknaðir. Tað vita Bjarta Johansen og hinar í hópinum eisini.
Royndi strikuspælarin hjá Kyndli vísir á, at føroyskur hondbóltur, spælararnir og liðið hevur verið í menning, og at tað nú skal vísast.
Hoyr alla samrøðuna, sum vit gjørdu við Bjartu eftir venjingina í gjár, ovast.
Sí eisini: Claus Mogensen: Arbeiða fram ímóti at veruliga at bjóða Íslandi av sunnudagin
Sí eisini: Annika Fríðheim Petersen: - Vit eru til reiðar
Sí eisini: Myndir: Kvinnurnar fyrireika seg til fyrstu dystirnar í undankappingini
Sí eisini: Spennandi avbjóðingar fyri framman hjá A-landsliðnum
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald