Fótbóltur

Video: - Málið merkir bara ikki so nógv tá vit tapa

Tað var ein harður dystur, og vit eru vónbrotnir nú, sigur KÍ-málskjúttin Luc Kassi. Hann hyggur nú fram móti umráðandi HB-dystinum eftir landsliðssteðgin.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2023-08-31 22:04 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tiraspol, Transnistria, Moldova (Portalurin) - Vit koma væl aftur í dystin og hava yvirtakið og møguleikarnar tíðliga í øðrum hálvleiki men taka ikki av. Men slíkt er partur av fótbólti

Hetta staðfestir Luc Kassi, sum javnaði fyri KÍ í 34. minutti við stútara eftir gott hornasparksinnlegg frá Árna Frederksberg. Tað endaði tó 2-1 til Sheriff Tiraspol, og KÍ skal spæla Conference League bólkaspæl. Áðrenn er tó oddadystur móti HB á skránni.

UEFA Europa League Play-off, seinni dysturin
Í dag, hósdagin 31.08
Sheriff Tiraspol - KÍ 2-1 (1-1) - 3-2 samanlagt
16' Luvannor (br.) 1-0
34' Luc Kassi (Árni Frederiksberg) 1-1
74' Armel Zohouri 2-1

KÍ (5-4-1/3-4-3): 
Nils Jonathan Johansson - Jóannes Kalsø Danielsen, Heini Vatnsdal, Odmar Færø, Vegard Forren (20' Børge Petersen), René Shaki Joensen - Árni Frederiksberg, Deni Pavlovic, Jákup Biskopstø Andreasen (L), Patrick Da Silva - Luc Kassi

Hesir komu inn í 2. hálvleiki: Hallur Hansson, Mads Boe Mikkelsen og Sivert Gussiås

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder