Hondbóltur

Video: - Møguligi innskiftarin til Týsklands sum áskoðari - men hevur hondbóltsskógvar við

Bjarni í Selvindi kann verða skiftur inn í EM-hópin, um okkurt hendir. Skálamaðurin hevur vant við men fer til Berlin sum áskoðari. - Tað er eisini stuttligt.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2024-01-09 13:05 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Trúgvi at øll børnini í Føroyum skjótt hava fingið autograf frá okkum.

Hetta sigur Bjarni í Selvindi í smílandi. 21-ára gamli skálamaðurin heldur, at tað er ógvuliga stuttligt at merkja stóra áhugan í Føroyum fyri manslandsliðnum.

Bjarni hevur verið partur av hópinum seinastu mongu dagarnar. Bakspælarin er tó ikki úttikin til EM - hann er eykaspælari.

- Eg kann verða skiftur inn, um onkur skaði kemur ella okkurt. Fari við til Berlin og taki hondbóltsskógvarnar við.

Bjarni í Selvindi heldur, at tað er stuttligt og mennandi at vera partur av tí á ein hátt. Hann skifti til Kristiansand Topphåndball úr barndómsfelagnum StÍF í summar. Hetta var ein góð avgerð fyri hansara menning víðari, staðfestir Bjarni í Selvindi, sum nú hevur royndir úr bestu norsku deildini, har alt gongur skjótari.

Maðurin úr bestu norsku deildini var ikki við flogfarinum í morgun, tá EM-hópurin fór til Berlin. Tað er tó ein lítil møguleiki fyri, at hann verður partur av hópinum til onkran av dystunum í Mercedes Benz Arena.

Sí samrøðuna omanfyri.

Les eisini: Kósin sett móti Berlin

Sí eisini: Leivur Mortensen: EM-fyrireikingar og próvtøka hóska væl saman

Sí eisini: Tróndur Mikkelsen: Nú bíða vit bara at sleppa til Berlin

Sí eisini: Myndir: Seinasta venjingin áðrenn fráferð til Berlin

Sí eisini: Myndir: BankNordik stóð til at bresta

Sí eisini: Video: Landsliðsspælarararnir úr at gera

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder