Lille, Frakland (Portalurin): 3-0 er eitt heldur missvísandi úrslit. Soleiðis helt Magne Hoseth fyri í Mixed Zone í Lille eftir seinasta dystin í ár.
Norski KÍ-venjarin hevði tó yvirskot til at smílast. Hann var argur inn á dømingina í kvøld, men ógvuliga fegin um avrikið hjá sínum monnum: At teir tordu at vera til staðar á stóra leikvøllinum, at virðingin fyri franska stórfelagnum ikki var ov stór, og at man skapti so nógvar møguleikar.
- Skerpni manglar tó, og tað skulu vit læra av(...) fyrireikingarar til hendan dystin hava ikki verið tær bestu vegna kringumstøður.
Magne Hoseth vísti á nøkur ting, sum KÍ kann taka við til næsta ár - nakað sum hann er í gongd at fyrireikð, hóast eitt slag av jólafrítíð nú kemur væl við.
Hoyr alla samrøðuna ovast.
Sí eisini: Trý brotsspørk og 3-0 í síðstu royndini
Sí eisini: Jóannes: Tá upptúrarnir eru so stórir raka niðurtúrarnar hart
UEFA Europa Conference League, bólkur A
6. og seinasta umfar - í dag, hósdagin 14.12
LOSC Lille - KÍ 3-0 (1-0)
29' Yusuf Yazici, br. 1-0
87' Angel Gomes, br. 2-0
90(+5)' Edon Zhegrova, br. 3-0
Reyð kort: Jóannes Kalsø Danielsen (86') og Jákup Biskopstø Andreasen (90 +5')
KÍ (5-4-1): Nils Jonathan Johansson - Jóannes Kalsø Danielsen, Heini Vatnsdal (59' Børge Petersen), Odmar Færø (59' Deni Pavlovic), Vegard Forren, Patrick Da Silva - Árni Frederiksberg, René Shaki Joensen, Jákup Biskopstø Andreasen, Claes Phillip Kronberg (72' Ahmend Latif) - Sivert Gussiås (80' Páll Klettskarð)
Slovan Bratislava - Olimpija Ljubljana 1-2 (1-1)
Endaliga støðan í bólkinum
1. LOSC Lille 14 stig
2. Slovan Bratislava 10 stig
----------------------------
3. Olimpija Ljubljana 6 stig
4. KÍ 4 stig
Tvey tey ovastu liðini komu víðari
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald