Fótbóltur

Video: - Hetta vinna vit

Malta (Portalurin) - Vit vóru og heilsaðu uppá føroysku fjeppararnar fyri løtu síðani - Tórður Hentze tippar 2-0 sigur til Føroyar.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2019-03-23 15:36 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Føroysku fjeppararnir hitaðu upp til dystin á Malta á Hugo's Pub í St. Julians, beint við har teir flestu føroyingarnir gista.

Áleið 75 føroyskir fjepparar verða til dystin, ið verður bríkslaður í gongd klokkan 17.

Tórður Hentze er ein av teimum mongu føroyingunum, ið býr í Keypmannahavn, har hann millum annað er venjari hjá besta kvinnuliðnum hjá ÍF Føroyum.

Havnarmaðurin hevur ofta fyrr verið við landsliðnum, og hann setur her orð á, hvat er serstakt við landsliðnum. Tórður sigur, at stemningurin er sera góður og jaligir, og hann væntar, at Føroyar fara at sita á spælinum og vinna dystin í kvøld.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder