Fyri fyrstu ferð hava Føroyar tvey A-endaspøl á skránni sama vetur.
Hetta hevur fingið Hondbóltssambandið og høvuðsstuðulin hjá HSF, Føroya Banka, at spyrja “Hvussu komu vit so langt” ? Og viðari: Hvussu røkka vit uppaftur longri?
Í nyggja lýsingafilminum verður við smærri klippum og søgum staðfest, at tað liggur nógv aftanfyri: At tað er saman, at man skapar úrsltini, umfamt við treiski og nærlagni í teimum størru og smærri tingunum. At offra seg fyri hvørjum øðrum og at standa saman og stuðla í øllum lutum er týdningarmikið
Núverandi landsliðsspælarar, fyrrverandi landsliðsspælarar og møguliga komandi síggjast í stutta filminum, sum eisini er eitt “huglagsbrot”, nú EM hja monnum og ikki minst HM hjá kvinnum nærkast.
Filmurin varð fyrstu ferð vístur, tá HM-hópurin og HSF-umboð vitjaði Føroya Banka í gjár. Tá segði Turið Arge, forstjóri, millum annað, at nøkur av starsfólkum verða við til endaspælið í Týsklandi, har tey millum annað skipa fyri upphiting í samband við dystirnar.
- Vit vita, hvussu stóran týdning góði stemningurin millum áskoðararnar í høllini, og vit hopa, at tit fara at føla stuðulin aftur sum viðvind í høllini. At vit eru høvuðsstuðul inniber sjálvandi, at vit stuðla hondbóltinum fíggjarliga. Men fyri okkum hevur tað eisini stóran týdning, at vit kunnu vísa okkara stuðul við at fortelja ta góðu søguna um ítróttin og um felagsskapin”.
Sí videobrotið ovast ella á Youtube-síðuni hjá Føroya Banka
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald