Føroyska A-landsliðið hjá monnum spælir í annaðkvøld heimadyst móti Skotlandi.
Tað hevur snúð seg um at komið skjótt fyri seg - serliga fysiskt - eftir dystin móti Eysturríki leygarkvøldið, ið endaði 0-2.
Vit fingu orðið á Gilli Rólantsson, ið spældi á høgra bakki allar 90 minuttirnar móti Eysturríki. Hann var við í 0-2 málinum, har hann ikki fekk ruddað bóltin nóg væl burtur og sigur sjálvur, at nakrar persónligar- og verjuvillur skulu ruddast burtur til dystin.
Eisini skal føroyska liðið fáa spælið við bóltinum at koyra eitt sindur betri og so framvegis koma til vandamiklar støður.
Gilli Rólantsson, ið spældi eitt skifti í Aberdeen sum ungdómsleikari, sigur, at liðið skal spæla við fullari ferð og fara eftir øllum móti Skotlandi.
Fyrsta bríksl á Tórsvølli í annaðkvøld verður klokkan 19.45.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald