Fótbóltur

Video: - Skulu vísa øllum at hart arbeiði gevur stig

(4 min) Alex Mellemgaard og Aleksandur Ó. Jensen siga, at B68 er til reiðar til kappingarárið eftir eina harða byrjan. Maðurin ið ikki spældi í fjør og lokali liðformaðurin siga eisini tað sama í mun til málsetning: B68 skal betra um úrslitið frá í fjør og helst bjóða av um evropeiskt pláss.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2023-03-01 19:00 Author image
Portal.fo sjónvarp
placeholder

Hann var troyttur av fótbóltinum og tók ein steðg eftir kappingarárið 2021. Stutt eftir at Jákup á Borg tók við á Toftum, setti hann seg í samband við sín fyrrverandi liðfelaga, sum hann eisini hevur havt um hendi sum høvuðsvenjari. Eftir nakrar samrøður fekk karismatiski venjarin eisini yvirtalað tekniskt gávaða, vinstrabeinta argjamannin um at byrja aftur á hægsta stgi í føroyskum fótbólti.

Hetta hevur Alex Mellemgaard ikki angra. Í samrøðu eftir eina harða venjing á Svangaskarði setur 31-ára gamli maðurin orð á, at tað hevur verið hart fyri kroppin, men eisini gott, og at talan er um eitt gott og spennandi umhvørvi, ið hann er komin til.

Nú skal Alex, ið hevur yvir 200 skrásettar dystir á høgum stigi, skjótt spæla sín fyrsta almenna dyst fyri B68, og hann væntar, at liðið kann bjóða av í ovaru hálvu og vónandi um evropeiskt pláss.

[object Object]
Alex Mellemgaard í grannauppgerð móti HB fyri B36 í 2019. Sunnudagin spælir hann sín fyrsta almenna dyst fyri B68 móti júst HB í Gundadali (Mynd: Sverri Egholm)

Hetta sigur Aleksandur Ólavsson Jensen eisini. 21-ára gamli miðverjin/verjukendi miðvallarin hevur hóast sín unga aldur verið liðformaður hjá B68 í nøkur ár og hevur spælt 131 dystir fyri besta liðið hjá barndómsfelagið. Sambært honum skal B68 aftur betra um úrttøkuna á stigatalvuna, og tað er ætlanin at bjóða av longur uppi.

Fyri Aleksandur er lykilin hart arbeiði. Hetta gevur stig, og tað er tað, sum eyðkennir nýggju spælararnar, og tað sum skal eyðkenna B68 í Betrideildini í ár.

Betrideildin menn 2023, 1. umfar
Leygardagin 04.03

17.00: 07 Vestur  - ÍF

Sunnudagin 05.03
15.00: 
Víkingur - B36
HB - B68 
EB/Streymur - AB (Eiði)
KÍ - TB


Tøl: Faroesoccer

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder