Klokkan 10 týsdagin 20. juni setur eitt føroyskt U21-landslið á øðrum sinni hol á eitt HM-endaspæl. Ungu menninir, ið hava gjørt vart við seg í Føroyum og úti í Evropa seinastu árini, skulu royna seg i Magdeburg móti Angola.
Føroyar eru eisini í bólki saman við Spania og Japan. Hóast vónirnar eru góðar, og føroyingarnir trúgva uppá at teir fara at vinna a øllum í Týsklandi, so viðurkenna venjararnir, at tað verður trupult at vinna á Spania og Portugal. Føroyar skulu vinna á í øllum førum øðrum av hesum liðunum, um tað skal eydnast at koma víðari til fjórðingsfinalurnar. Tvey bólkaspæl eru, og føroyska liðið spælir móti evropameistarunum Spania í tí innleiðandi. Har koma tvey lið víðari, og um tað eydnast Eliasi, Hákun, Paula, Paula og hinum, so skulu Føroyar til Hannover at spæla móti allarhelst Portugal og einum øðrum liði.
Vit tosaðu við Mark Lausen-Marcher og Julian Johansen fríggjadagin 21. apríl. Harvið er ymiskt hent síðani, men teir seta í brotunum ovast orð á góðu støðuna hjá spælarunum og heldur øðrvísi fyrireikingarnar.
(Síðani upptøkurnar er m.a greitt, at Óli Mittún ikki verður við hesuferð. 18-ara gamli Sävehof skal hugsavna seg um HM-endaspæl seinni í summar við egna árgangi. Í brotunum greiða venjararnir millum annað frá fyrimunum og vansum við at taka Óla og aðrar yngri spælarar við)
Talan er annars í høvuðsheitinum um spælarar úr 02- og 03-árganginum, sum eru við. Teir flestu av teimum hava verið við til at vunnið European Open (í 2019), European Championship (í 2021) og at vinna á m.a. Danmark, Noreg og Íslandi í EM-endaspælinum í fjør, har Føroyar endaðu í topp-tíggju og vunnu seg til hetta HM-endaspælið.
Talan er um sterkt og spennandi lið, og venjararnir vísa millum annað á stóru styrkina við, at spælararnir kenna so væl hvønn annan, og at teir eru so væl samanspældir. Hetta ger, at tað ikki ávirkar so nógv, at liðið sum heild ikki hevur so nógv savnað seinastu tvey árini.
U21-landsliðið hevur tó verið nógv saman í ár. 3. og 4. juni spældu Føroyar tveir venjingardystir í Íslandi - liðini vunnu hvør sín dyst - og síaðni hava fleiri venjingar verið. Liðið venur fýra ferðir afturat hesa vikuna, áðrenn farið verður til Týsklands mánamorgunin.
Portalurin verður við í Týsklands, og hava vit eisini annað tilfar upp til endaspælið.
HM-hópurin:
Málverjar:
Pauli Jacobsen, H71 (HØJ)
Aleksandar Lacok, Neistin *
Vinstri vengur:
Janus Dam Djurhuus, ÍBV
Pauli Høj, Neistin
Høgri vengur:
Hákun West av Teigum, Skanderborg-Århus Håndbold (Füchse Berlin)
Bogi Hansen, H71
Strikur:
Kristian Jensen, VÍF
Ísak Vedelsbøl, Neistin
Bakspælarar:
Elias Ellefsen á Skipagøtu, IK Sävehof (THW Kiel) *
Rói Ellefsen á Skipagøtu, H71
Pauli Mittún, Team Sydhavsøerne
Sveinur Olafsson, H71
Bjarni í Selvindi, StÍF *
Ovi Lützen, Neistin
Kristoffur Bjørgvin, VÍF
Brian Slyne, KÍF
* Vóru ikki við í Íslandi
Les eisini: Óli verður ikki við til U21-HM
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald