Føroyski høgri vongurin, Hákun West av Teigum, varð mestum mansvardur - vinstri vongurin Janus Dam Djurhuus skoraði uppá øll síni trý skot.
Eftir dystin lýsti hann huglagið í føroyska skiftingarrúminum men eisini hugburðin fram til plaseringsdystirnar um vikuskiftið:
- Hetta er also eitt HM-endaspæl(...) Tað verður tungt at reisa seg nú, men tað skulu vit og tað gera vit. Soleiðis eru vit føddir og uppvaksnir. Nú fara vit 100 prosent eftir hasum fimta plássinum.
Janus var erligur og staðfesti, at ymiskt var ov vánaligt, og at fyrri hálvleikur serliga als ikki var tað, ið Føroyar vildu vísa. Síðani eydnast fleiri ting betur, men tað verður ov tungt, tí munurin ongantíð kemur nærri enn tvey mál, staðfestir Janus Dam Djurhuus.
Íslendski meistarin helt als ikki, at føroyska verjan gav málverjunum nóg góðar treytir gjøgnum dystin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald