Tað var ein vónbrotin U21-landsliðsvenjari, sum vit hittu stutt eftir 27-30 tapið fyri Serbia í HM-fjórðingsfinaluni.
Hann setti orð á ein ógvuliga keðiligan fyrra hálvleik, hvat riggaði og hvat ikki riggaði, og hvat teir á bonkinum og á vøllinum kundu gjørt betur.
Julian Johansen greiðir eisini frá, hvat teir í føroysku leguni fara at nýta plaseringsdystirnar um vikuskiftið til. Leygarmorgunin spæla Føroyar móti Danmark ella Týsklandi - liðnum sum tapir fjórðingsfinaluna teirra millum í kvøld.
Sí eisini:
Elias Ellefsen á Skipagøtu: - Munurin er brendu skotini
Pauli Jacobsen: Lítil munur á viðgongd og mótgóngd
Dreymurin um føroysk heiðursmerki brast
Serbia á veg at senda Føroyar út
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald