Fótbóltur

Video: - Tað er bara at taka av tá man fær møguleikan

- Fantastiskt at vinna hósdagin, og nú eru vit til reiðar at royna at fáa stig aftur. Signar á Brúnni er í gongd við veruligt gjøgnumbrot á høgra bakki á U21 og í Víkingi.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2023-09-11 19:27 Author image
Agnar Prestá
placeholder

20-ára gamli Signar á Brúnni er spentur. Syðrugøtumaðurin, ið eisini hevur røtur til Fuglafjarðar, skal í morgin spæla heimadyst fyri U21-landliðið aftur. Hetta frammanfyri nógvum føroyskum áskoðarum og í vandum umstøðum.

Hann sigur við Portalin í dag, at tað var eitt slag av vónbrotið móti Andorra í Klaksvík í juni (2-2), men at tað so var fantastiskt hósdagin, tá Føroyar vunnu 3-2 á Hvítarusslandi.

Í tí dystinum legði orkuríki og sterki vongbakkurin upp til tvey av málinum hjá Jørgeni Nielsen við góðum sendingum. Signar hevur fingið veruligt gjøgnumbrot hjá Víkingi og er nú eisini fastur høgri bakkur á U21-landsliðnum. 

[object Object]
Signar í sínum fyrsta U21-landsdysti, sum var móti Andorra í juni (Mynd: Sverri Egholm)

[object Object]
Høgri bakkurin legði upp tvær ferðir móti Hvítarusslandi við høgra beini. Her í evropeiskum dysti fyri Víking í Klaksvík (Mynd: Sverri Egholm)

Sí eisini: Atli Gregersen: Tað mest umráðandi er at spælararnir njóta hetta

Signar á Brúnni fegnast um møguleikan frá venjarunum og sigur, at tað snýr seg um at taka av í slíkum støðum.

Seinastu dagarnar hevur tað verið hvíld og fyrireiking - í annaðkvøld fara Signar og liðfelagarnir eftir stig(um) móti Kroatia.

U21 EM-undankapping, bólkur G
Í morgin, týsdagin 12.09, við Djúpumýru
18.00: Føroyar - Kroatia

Atgongumerki fáast her

Støðan (FaroeSoccer):

[object Object]




placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder