Molde, Noreg (Portalurin) - Sunnukvøldið fór eitt ferðalag, og í nátt komu fleiri enn hundrað norðoyingar afturat til Molde fyri at stuðla KÍ, sum í kvøld skal royna at spæla seg víðari til play-off umfari í Champions League.
Ein av teimum, ið var við í Göteborg síðst, og sum hevur stuðlað nógv seinastu árini er Tormundur Danielsen. Portalurin hitti hann beint uttanfyri gistingarhúsið - 200 metrar frá leikvøllinum.
Hann og hinir KÍ-fjeppararnir fara seinnapartin at hita upp til dystin og dystin á áskoðaraplássinum. Tormundur setur orð á støðuna - hann væntar, at tað fer at ganga hjá hansara monnum, hóast tað verður torført, og at leiðin skjótt gongur til Istanbul.
Les eisini: Fleiri norðoyingar og føroyingar halda ondini
Sí eisini: Palli Ziskason: Vænti tað verður øgiligt í Molde
--
UEFA Champions League 3. umfar, seinni dystur
Í dag, týsdagin 15.08 kl. 18
Molde FK - KÍ (1-2)
Sjónvarp: KVF
Frásøgn: FM1
Fylg annars við á Portalinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald