KÍ skal ikki tapa. So einfaldur er setningur hjá føroyameistarunum í Molde í kvøld. Hetta verður tó á ongan hátt einfalt ella lætt at avgreiða hjá KÍ, og tað vita tey í KÍ-leguni fullvæl.
Tó er eingin ivi um, hvar trýstið liggur eftir 2-1 í Føroyum. Tað eru norsku meistararnir, ið á heimavølli skulu vinna á føroysku meistarunum. Fyri Molde hevði tað verið meira enn stórt vónbrot, um tað ikki eydnaðist at koma víðari. Heimaliðið fer eisini at hava upp ímóti 10.000 stuðlum á leikvøllinum, men í KÍ-bólkinum fara eisini nógvir áskoðarar at vera: Yvir 100 komu við flogfarið úr Føroyum sunnukvøldið, og eitt fult flogfar úr Føroyum lendi eisini í nátt.
Les meira:
Molde-venjarin: Hevði sjálvandi verið ein vanlukka at farið út
Magne Hoseth og Vegard Forren: - Áskoðararnir og útgangsstøðið kunnu hjálpa okkum
Fyrra innrásin í Molde
Palli Ziskason: - Vænti tað verður øgiligt
Magne Hoseth hevur sjálvsagt fingið nógv uppmerksemi seinastu tíðina (Mynd: Sverri Egholm)
Hjá liðnum hjá Magna Hoseth, ið vitjar aftur í Molde, snýr tað seg í stóran mun um at gera tað sama sum í undanfarnu umførunum: At vera vælskipað í verjustøðu, arbeiða knallhart og síðani hótta Molde, tá møguleikarnir eru til tað. Molde er sterkt í kontrastøðum - skoraði málið í Føroyum uppá tað - so føroyameistararnir skulu vera djarvir, men samstundis varnir við bóltinum.
Eitt pláss í play-off plássinum í Champions League er upp á spæl. Taparin fer í play-off umfarið í Europa League. Í KÍ vilja tey, og trúgva tey fult og fast uppá, at tað aftur ber til at fremja eitt stórt og óvæntað úrslit.
Sí samrøður frá KÍ-hópinum á Molde-túrinum:
Jóannes Kalsø Danielsen: - Hetta er fantastiska skeg
Jákup Biskopstø Andreasen: - Tað knallharða arbeiðið hevur borið okkum fram
René Shaki Joensen: - Hetta eru størstu dystirnir
Daniel Berg Hestad: - Hava víst at vit kunnu vinna á næstan øllum
Kringvarpið vísir dystin, og sum nakað púra óvanligt er Dagur & Vika flutt. Tíðindasendingin er framskundað til klokkan 17.30, tí dysturin byrjar klokkan 18.00. FM1 hevur beinleiðis frásøgn. Portalurin er á staðnum og hevur ymiskt tilfar.
UEFA Champions League 3. umfar, seinni dysturin
Týsdagin 15.08
18.00: Molde FK - KÍ
Snøggi og "hugnaligi" Aker leikvøllurin í Molde er frá síðst í nítiárinum. Hann tekur beint yvir 10.000 fólk, og liggur næstan beint við gistingarhúsini hjá fjepparum og hópinum úr Føroyum. Her verður fullsett, ella útvið tað, í kvøld (Mynd: Sverri Egholm)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald