Fótbóltur

- Hevði sjálvandi verið ein vanlukka at farið út

- Tað er gott, at Daniel og Magne ikki spæla í morgin. Venjari og liðformaður hjá Molde tosaðu á tíðindafundi m.a um trýstið á sær og tað at spæla móti nógvum elektrikarum.

- Vit vóru eisini aftanfyri við einum eftir fyrra dystin móti HJK Helsinki eftir tap á útivølli. Tað einfalda í morgin er, at vit skulu skapa nóg mikið og skora mál. Hetta sigur Erling Moe, Molde-venjari (Mynd: Sverri Egholm)

- Vit vóru eisini aftanfyri við einum eftir fyrra dystin móti HJK Helsinki eftir tap á útivølli. Tað einfalda í morgin er, at vit skulu skapa nóg mikið og skora mál. Hetta sigur Erling Moe, Molde-venjari (Mynd: Sverri Egholm)

2023-08-14 14:35 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Molde, Noreg (Portalurin) -  Fyri tað fyrsta so má eg siga, at tað er hugnaligt og stuttligt at síggja so nógv fólk til tíðindafund her.

Soleiðis byrjaði venjarin høvuðsvenjarin hjá Molde, Erling Moe, tíðindafundin á Aker leikvøllinum. Júst tað við nógvum fólki á Aker var fyrsta evni, ið norskir miðlar tóku upp. Í skrivandi stund eru umleið 9.000 atgongumerki seld, og er hetta eitt høgt tal til Molde-dystir. Moe og liðformaðurin Magnus Wolff Eikrem søgdu, at hetta kann gerast ógvuliga umráðandi, og vóna teir dyggan stuðul allan vegin í annaðkvøld.

Annars kundi Erling Moe staðfesta, at sum heild er hansara hópur skaðafríður. Hann er tó ikki nøgdur við, at hansara menn ikki hava hugsavna seg og avgreitt støðurnar nóg væl seint í seinastu dystunum. Molde misti eisini leiðslu í Eliteseriudysti leygardagin. Slíkt skal ikki henda aftur - og útgangsstøðið er ikki heilt ókent:

- Vit vóru eisini aftanfyri við einum eftir fyrra dystin móti HJK Helsinki eftir tap á útivølli. Tað einfalda í morgin er, at vit skulu skapa nóg mikið og skora mál. Vit eru
á heimavølli, tað eru kendar umstøður, og vit skulu stýra spælinum. Vit hava ikki verið nóg klókir móti endanum í tveimum teimum seinastu dystunum.

Sí eisini: KÍ skal royna at gera stórarbeiði liðugt

------------------------------
Í mun til dystarmynd, so væntar Molde-miðvallarin, málskjúttin á Tórsvølli og fyrrverandi Manchester United-miðvallarin, Magnus Wolff Eikrem líknandi dystarmynd sum á Tórsvølli. Hann rósar eisini KÍ, sum hevur nakað serstakt:

- Vit vænta somu dystarmynd: KÍ kemur at standa lágt, og tað mesta hendir á teirra hálvu. Talan er um eitt lið, sum hevur dygdir í í umstillingum - tá vit missa bóltin. Annars hugsa vit um teir bert sum fótbóltsspælarar, hóast teir ikki eru yrkisspælar. Teir hava jú víst tað móti Ferncvárosi, BK Häcken og í síðstu viku, at teir eru jú ógvuliga dugnaligir.

[object Object]
33-ára gamli Magnus Wolff Eikrem er liðformaður hjá Molde. Royndi, lokali maðurin tykist róligur undan stóra dystinum (Mynd: Sverri Egholm)

[object Object]
(Mynd: Sverri Egholm)

Magnus Wolff Eikrem skilur, um nakar, hvønn leiklut norsku KÍ-venjararnir hava í Molde-søguni. Hetta vísti hann á, tá lokalur norskur miðil spurdi, hvussu tað verður at síggja Magna Hoseth og Daniel Berg Hestad á "hinum" bonkinum í Molde, har teir eru legendir:

- Tað er íhvussu er gott, at Daniel og Magne ikki skulu spæla, segði hann fyrst smílandi. Tað verður uttan iva løgið, tí hetta eru tveir av teimum fyrstu, man nevnir, tá man kennir og tosar um Molde. Teir høvdu eina stóra yrkisleið her. Tað er tó ikki nakað, ið skal fylla og sum so einki við sjálvan dystin at gera.

Erling Moe helt fyri, at soleiðis er á fótbóltsyrkisleiðini: At vegir brádliga krossast aftur. Annars vil hann ikki kennast við, at tað er eitt stórt trýst á liðnum, tá Kringvarpið spyr:

- Tað er einki e
yka trýst. Tað trýstið, ið er, leggja vit á okkum sjálvar. Vit hava sum sagt sama útgangsstøði sum síðst og vita, hvat skal til. Fótbóltur skal eisini vera gleði og nakað jaligt, sigur Moe.

Hann hevði eisini yvirskot til at skemta við, at man manglar elektrikarar í Molde - við tilsipan til teir mongu slíku á liðnum hjá KÍ - visti einki til at starv hansara var í vanda, um man tapir samanlagt.  Tó kennir Molde-venjarin fyritreytirnar.

- Tað hevði verið ein vanlukka á Aker í morgin, um vit ikki fóru víðari. Vit noyðast at gera arbeiðið, staðfesti Erling Moe, tá FM1 spurdi nærri um trýstið á hann.

[object Object]

[object Object]
Myndir: Sverri Egholm

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder