Molde, Noreg (Portalurin) - Eitt serligt huglag valdaði á flogvøllinum í Vágunum og umborð á leigaða og fullsetta flogfarinum hjá Atlantsflogi í gjárkvøldið. Spælarar hjá KÍ, umframt venjaratoymi, nevnd, hjálparfólk, stuðlar, miðlar, familja og nógvir fjepparar vóru við á beinleiðis ferðini til Molde.
KÍ tapti fríggjakvøldið sín fyrsta dyst í Betrideildini í ár og síðani oktober 2021, tá vitjað varð í Sarpugerði. Tað, sum alt tó snýr seg um nú, er seinni dysturin móti Molde í triðja umfari í UEFA Champions League.
Tað eru norsku meistararnir, ið skulu venda tí, eftir at tað endaði 2-1 á Tórsvølli týskvøldið. KÍ skal harvið royna at halda einari leiðslu á Aker leikvøllinum í annaðkvøld og til at hjálpa við tí verða fleiri hundrað útiáskoðarar - íhvussu er ein av størstu føroysku fjøldunum til útidyst í Evropa nakrantíð.
Sí eisini:
KÍ skal royna at gera stórarbeiðið liðugt
Spentir KÍ-fjeppari: Vænti tað verður øgiligt í Molde
Frá 2-1 dystinum á Tórsvølli, har veruligt lív var í (Mynd: Sverri Egholm)
Fleiri komu við ferðalagnum í gjárkvøldið, summi koma í einum øðrum, ið fer beinleiðis úr Vágunum í morginárini, og uppaftur fleiri koma ymstastaðni frá úr m.a. Noreg. Hetta fyri at stuðla KÍ ið kann skriva eitt nýtt stórt føroyskt fótbóltskapittul í morgin. KÍ hevur fingið tveir bólkar aftanfyri annað málið, har pláss er fyri 325 fólkum í hvørjum. Tað er útvið útselt har.
Í kvøld venur KÍ-hópurin á Aker, ið er beint við gistingarhúsið hjá ferðalagnum her - hópurin býr á einum øðrum gistingarhúsi skamt herfrá. Portalurin hevur ymiskt tilfar frá tí venjingini.
Í Göteborg var stuülin dyggur og rómurin á KÍ-fjøldini øgiligur (Mynd: Sverri Egholm)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald