Molde, Noreg (Portalurin) - Gamli heimavøllurin hjá Magna Hoseth, Daniel Berg Hestad, Vegard Forren og Sivert Gussiås verður karmur um seinna dystin hjá KÍ og Molde í 3. umfari í Champions League. KÍ vann 2-1 í fyrra dystinum á Tórsvølli.
Áhugin er stórur millum føroyingar og norðmenn - umframt onnur - og seinastu tølini hjá Molde vóru 9.500 atgongumerki seld.
Sí eisini:
- Áskoðararnir og útgangsstøði kunnu hjálpa okkum nogv
- Hevði sjálvandi verið ein vanlukka at farið út
Áðrenn løttu venjingina var tíðindafundur. Allir vandu fulla venjing fyriuttan Páll Andrasson Klettskarð og Jákup Biskopstø Andreasen.
Sí myndirnar, sum Sverri Egholm tók, her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald