Hann er byrjaður væl í nýggja felagi sínum SKU Amstetten, ið spælir í næstbestu eysturrísku deildini. Hann gjørdi eisini um seg í næstbestu finsku deildini, áðrenn hann tíðliga í ár fekk svull í heilan.
Skurðviðgerðin gekk væl, og skjótt var John Frederiksen aftur á vøllinum, og fyri ellivu døgum síðani varð hann á fyrsta sinni úttikin til føroyska A-landsliðið á fyrsta sinni.
25-ára gamli John Frederiksen fegnast nú um at vera partur av A-landsliðnum og sigur við Portalin, at tað er ein dreymur og eitt mál, og at tað er gott at koma inn í hitan og vera partur av hópinum.
John er uppvaksin á Bornholm, men bæði foreldini eru føroyingar. Tískil kann dysturin í morgin gerast heilt serligur fyri høga áleyparan, ið vissar um, at hjartað er føroyskt, og at hann bæði kann og væl geva dønum stórar trupulleikar, um hann kemur á vøllin.
Føroyar og Danmark spæla á Tórsvølli í annaðkvøld, har fyrsta bríks verður klokkan 19.45.
Sí eisini: Hallur: - Vit fara All Inn
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald