Hondbóltur

Video: - Tað var nú ella ongantíð

- Tað følist ótrúliga gott, sigur Tróndur Johnsson eftir 34-31 sigurin hjá Føroyum í kvøld. Vestmenningurin staðfesti, at teir noyddust at gagnnýta plássið, ið Óli gav teimum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2023-08-05 21:44 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Ein av spælarunum, sum tók ábyrgd á U19-liðnum í kvøld var Tróndur Johnsson. Spælskiparin/bakkurin hjá VÍF skoraði øll síni trý skot, vann fleiri brotsskøst, var til at flyta bóltin væl og finna liðfelagarnar væl.

Tá Portalurin fekk fatur á honum uttanfyri høllina, har Tróndur og hinir á føroyska liðnum fingu heilsa uppá familjurnar og onnur, kundi hann staðfesta, at Óli Mittún var ótrúligur - eisini at tað var umráðandi at nýta tað plássið, ið stóðst av, at sviar høvdu so nógv uppmerksemi á Óla.

- Hetta er ein fantastisk kensla, og vit vistu, at tað var nú ella ongantíð, staðfesti Tróndur Johnsson.

Sí fleiri samrøður:
Óli Mittún: - Hetta er næstan óbeskriviligt
Djóni Gaard Joensen: - Sum at vinna FM

U19 HM-endaspæl, 3. umfar í bólkaspælinum
Leygardagin 5. august, Opatija:
Føroyar - Svøríki 34-31 (14-14)

Støðan í bólki H eftir 3. umfar: 
1. Iran 5 stig
2. Føroyar 4 stig
3. Svøríki 3 stig 
4. Burundi 0 stig

Dystargongdin:
5.min: 1-1
10 min: 3-4
15 min: 6-6
20 min: 7-9
25 min: 10-11
30 min: 14-14
35 min: 16-17
40 min: 20-20
45 min: 24-25
50 min: 28-26
55 min: 30-28

Málskjúttar: 
Ó
li Mittún 17 (8) - Dagsins spælari
Óla Jákup Gaard Olsen 3
Rókur Ziskason 3
Tróndur Johnsson 3
Ísak Vedelsbøl 3
Niklas Gaard 2
Jákup Egholm 2
Aleksandar Sasha Lacok 1

Brend skot: 14 - Skoteffektivitetur: 71 prosent

Bjargingar:
Aleksandar “Sasha” Lacok 10

Sí eisini: 
Føroyingar syftu sviar
Myndir: Føroyar - Svøríki

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder