Hondbóltur

Video: - Tað verður ruddiligari men keðiligari uttan Brynju

Súna Krossteig Hansen fegnast um at vera tøk til seinna dystin móti Litava men staðfestir, at saknur verður í strikuspælaranum: - Eg royni ikki at hugsa um tað, men bara at njóta síðsta dystin, sigur Brynja Høj.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2025-04-12 18:10 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Kaunas, Litava (Portalurin): Hon segði ja til at taka eitt tørn afturat. Harvið varð seinasti dansurin hjá sterka strikuspælaranum og miðverjanum ikki í Sveis, men heldur verður tað her í Litava.

- Eg royni ikki at hugsa um tað men heldur njóta tað og royna at hugsavna meg um avrikið(...) tað er ógvuliga umráðandi fyri okkum at vinna í morgin.

Sí eisini: Føroyar eru aftur stórfavorittar

[object Object]
Brynja Høj til venjing í dag - sum útgangspunkt hennara seinasta sum landsliðsspælari (Mynd: Sverri Egholm)

Sí fleiri myndir frá venjingini HER

29-ára gamla Brynja Høj hevur spælt beint yvir 30 A-landsdystir. Hon hevur verið við í nøkrum tungum tíðum men er nú í gongd at hjálpa Føroyum til enn eitt endaspæl.

Súna Krossteig Hansen er fýra ár yngri men ein av teimum elstu í hópinum. Hetta er heldur løgið, staðfestir Súna fyri Portalinum í dag. Hon fer eisini at sakna Brynju Høj. Havnarkvinnurnar hava havt kamar saman flestu túrarnar seinastu árini.

Súna var ikki við Tjarnir mikukvøldið vegna sjúku - nú skal hon hjálpa í føroysku verjuni saman við millum annað Brynju Høj.

- Tað var stuttligt at síggja liðið spæla sum eina eind, og eg eri errin av at vera við nú.

[object Object]
Súna Krossteig Hansen fegnast um at ver aftur (Mynd: Sverri Egholm)

Sí eisini: Annika Fríðheim Petersen: - Eg kann ikki lata vera við at rópa og vera spent

Brynja, Súna og hinar spæla seinna HM røkkstøkkdystin klokkan 14 føroyska tíð  í morgin, sunnudagin 13. apríl. Fyrri dysturin endaði 36-26 til Føroyar, ið harvið hava stóran fyrimun.

Portalurin er á staðnum, og hava vit ymiskt tilfar frá upphiting, undir dysti og eftir dyst.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder