Fótbóltur

Video: - Teir tímarnir døgnið hevur, fara stórt sæð allir til fyrireiking

(8 min) - Vit "yvirfyrireika" okkum tó ikki, og at vit síggja hetta fyri tað sum tað er: Ein fótbóltsdystur móti einum írskum liðið, sum er eitt sindur betri enn vit, men uppá ongan máta órøriligt fyri okkum. Longri samrøða við Mikkjal Thomassen, høvuðsvenjara hjá KÍ.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2020-09-29 17:43 Author image
Portal.fo sjónvarp
placeholder

Í morgun fór ferðalagið hjá KÍ til Dublin, har helst størsta uppgávan í søgu felagsins bíðar teimum: KÍ skal hóskvøldið spæla ímóti írsku meistarunum, Dundalk, um at koma í bólkaspælið í Europa League.

Tað kann verða avgjørt uppá 90 minuttir, eftir longda leiktíð (120 minuttir) ella við brotssparkskapping, um tað framvegis stendur á jøvnum tá. Júst brotsspørk hava Mikkjal Thomassen, Geza Turi og teir á KÍ-liðnum sjálvandi fyrireika seg uppá, og í samrøðu við Portalin undan fráferð lýsti høvuðsvenjarin hjá KÍ, hvussu fyrireikingarnar til playoff-dystin fara fram og hvussu stórt arbeiði venjaratoymi leggur í tær - tó uttan at leikararnir fáa ov nógva kunning, og at teir verða "yvirfyrireikaðair".

Dentur verður lagdur á, at talan er ein fótbóltsdyst, har KÍ hevur ein góðan møguleika at vinna - ikki á hvat ein sigur kann føra til o.s.fr, tí tað kann verða millum tað mest vandamikla at hugsa um áðrenn dystin, sigur royndi venjarin.

[object Object]

44-ára gamli venjarin hevur ført KÍ til ein sigur í finaluni í kappingini um Løgmanssteypið í 2016 og í "FM-finaluni" móti B36 í Gundadali í fjør - eitt felag sum Mikkjal hevur vunnið FM við sum leikari og venjari, og har hann í 2005 og 2006 var við til at skriva søgu sum leikari í ávíkavist Uefa Cup og Champions League.

Slíkt hugsar maðurin ikki um nú, og í samrøðuni vísur hann á, at "leikararnir kunnu reypa, tá teir eru gamlir".

Hjá honum fór fokus eisini beinanvegin hóskvøldið, eftir 6-1 sigurin á Dinamo Tbilisi, til næstu uppgávuna, og Mikkjal Thomassen sigur, at hann millum annað hevur ligið vakin leingi onkra nátt og hugsað ymiskt ígjøgnum í mun til dystin.

Samrøðan við Mikkjal Thomassen varð tikin upp í heimi hansara í Hoyvík í gjár. KÍ-hópurin fyrireikar seg nú í Írlandi.

Sí eisini: Mikkjal eftir 6-1 sigurin: Eg kann royna at greiða frá hvat hendi

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder