Fótbóltur

KÍ-ferðalagið komið til Dublin

KÍ skal nú fyrireika seg til størstu uppgávu í søgu felagsins í írska høvuðsstaðnum.

Páll Klettskarð og hinir á KÍ-liðnum komnir til Írlands (Mynd: Sverri Egholm)

Páll Klettskarð og hinir á KÍ-liðnum komnir til Írlands (Mynd: Sverri Egholm)

2020-09-29 12:14 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í góðveðrinum í morgun byrjaði ferðin hjá KÍ-leikarum, venjartoymi og nevnd. Málið var Dublin, har liðið hósdagin skal spæla Playoff-dyst í Europa League.

Leiguflogfarið hjá Altantic Airways setti seg í Dublin beint aftaná klokkan 11 Hópurin býr á gistingarhúsi, ið er áleið hálvan tíma frá tjóðarleikvøllinum Aviva, har KÍ og Dundalk spæla hóskvøldið klokkan 19.30.

Beint uttanfyri er ein vøllur, ið KÍ skal venja á í dag. Í annaðkvøld venur liðið á Aviva.

[object Object]Tummas Lervig, formaður í KÍ (Mynd: KÍ / Facebook)

Ein samrøða við Mikkjal Thomassen verður á Portalinum tíðliga í kvøld.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder