Hondbóltur

Video: - Torført at ímynda sær tá eg snúraði runt her ístaðin fyri at spæla hondbólt

Janus Dam Djurhuus er íslendskur meistari og fyrireikar seg nú til HM-endaspælaið í Týsklandi í næstu viku: - Tað kann ikki ganga nógv galið, um tað skal gerast heilt spennandi hjá okkum, sigur hoyvíkingurin.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2023-06-17 19:21 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Føroyar byrja HM-endaspælið týsdagin móti Angola í Magdeburg. Tað er nakað serligt og heldur kensluborið at fyrireika seg til, segði Janus Dam Djurhuus við Portalin eftir venjingina í Hoyvíkshøllina í dag. Hetta var seinasta venjingin undan fráferð

Vinstri vongurin setti orð á væleydnaða árið í Íslandi og avdúkar, at hann ikki heldur fram í ÍBV. Talan verður um eitt annað felag uttanfyri landoddarnarnar.

Nú er tað HM, tað snýr seg um, og Føroyar skulu spæla næstan lýtaleyst - hava krútsterka verju og spæla effektivt í álopinum sum vanligt - um tað skal eydnast at koma heilt langt, staðfestir Janus.

Portalurin verður við á ferðini í Týsklandi, og vit hava ymiskt tilfar næstu dagarnar.


Sí eisini: 
- Eru eitt lið sum kann vinna á øllum á degnum

Pauli Jacobsen: Skulu liva upp til tey virðini vit standa fyri

VJulian Johansen: Hava ongantíð verið so væl fyrireikaðir

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder