Fótbóltur

Video: - Um man einki hoyrir um eitt felag er tað tí man ikki ger fortreð

Eg vil heilt sikkurt hava allan býin við, og man merkir væl at her eru nógv í kommununi, sum eru øgiliga góð við felagið, sigur Jákup á Borg, sum innanfyri trý ár vil hava B68 sum part av føroyska toppinum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2023-03-02 19:00 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað skal ikki endliga verða í ár, men teir eru ikki bangnir fyri at siga, at tað er tað, sum man fer aftur. 

- Tað er í øllum førum umráðandi at leggja uppá ár fyri ár og royna at gerast betri, og um vit gera tað, so er tað bara ein spurningur um tíð, áðrenn B68 aftur er partur av toppinum í føroyskum fótbólti.

Har eru stór mál og ein trý-ára ætlan á Svangaskarði. Tað er høvuðsvenjarin úr høvuðsstaðnum, sum í stóran mun er høvuðspersónurin í henni.

43-ára gamli Jákup á Borg tók við mitt í kappingarárinum í fjør, tá tað sá tungt út á Toftum, men hann og menn hansara vendu av álvara gongdini. B68 fekk 25 stig frá juni og til endan av kappingini, endaði á 6. plássi, og nú skal byggjast uppá.

Fyri Jákup á Borg er tað umráðandi at hava kommununa, býin og viðhaldsfólkini við - tey geva spælarunum og venjaratoyminum nakað eyka, sigur hann.

Tað snýr seg ikki bara um íblástur, samanhald o.s.fr, men tað er ein umráðandi partur hjá venjaranum, sum kanska serliga er kendur fyri hendan partin. 

Kappingarárið hjá B68 byrjar í Gundadali móti HB sunnudagin.

Hoyr alla samrøðuna við Jákup á Borg ovast.

Sí eisini: Video: - Skulu vísa øllum at hart arbeiði gevur stig (Innslag av Svangaskarði)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder