Fyrr í dag setti føroyski U18-hópurin kós móti Serbia, har EM-endaspælið verður spælt næstu tíðina.
Talan er um fyrsta endaspæl hjá 08- og 09-árgangunum, og talan er um eitt øgiliga gott lið við spennandi føroyskum spælarum at fylgja, staðfestir venjararin.
Portalurin fekk orðið á Djóna Gaard Joensen, annan av venjarnum undan fráferð.
Hoyr samrøðuna ovast.
Fyrsti dysturin verður spælur móti Finnlandi ólavsøkudag, 29. juli klokkan 13.30. Portalurin stroymir dystin ókeypis, og FM1 sigur frá.
Innleiðandi leiksskráin hjá Føroyum sær soleiðis út:
Mikudagin 29. juli kl. 13.30 Føroyar – Finnland
Hósdagin 30. juli kl. 18.30 Spania – Føroyar
Leygardagin 1. august kl. 18.30 Eysturríki – Føroyar
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald