Fótbóltur

Video: - Vilja gera alt fyri at gera okkara fjepparar glaðar

- Tað skal vera trupult hjá Sheriff Tiraspol at koma á Tórsvøll, og vit skulu halda fast í okkara skipan, sigur Luc Kassi.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2023-08-24 11:58 Author image
Agnar Prestá
placeholder

29-ára gamli Luc Kassi er vanur at spæla yrkissfótbólt. Miðvallarin, ið hevur spælt sum fremsti maður hjá KÍ í evropeisku dystunum, hevur nógvar royndir á hægsta stigi í Noregi.

Í samband við venjingina á Tórsvølli í gjár segði hann við Portalin, at hann er ógvuliga fegin um at vera partur av KÍ-hópinum og allir, teir ið arbeiða nógv við síðuna av fótbóltinum og teir, ið ikki gera tað, royna at hjálpast nú.

Málið er at royna at gera tað uppaftur betri enn móti Molde, har tað ikki eydnaðist so væl í fyrra hálvleiki í seinna dystinum. KÍ skal gera fleiri av somu tingunum, sum hevur eyðkent liðið í summar, staðfestir Luc Kassi.

Maðurin úr Fílabeinsstrondini heldur ikki, at ókenda undirlagið fer at ávirka Sheriff Tiraspol, men at tað heldur eru KÍ-spælararnir, ið skulu gera sítt arbeiðið og avrika fyri hvønn annan og áskoðarnir: 

- Vit skulu gera alt fyri at gera teir glaðar, sigur Kassi smílandi.

Luc Kassi fær helst stóran leiklut aftur í kvøld. Hann skoraði í ótrúliga útisigrinum á Ferencvárosi, og var heilt nær við at senda KÍ víðari í Molde við stútara á yvirleggjaran. Hann var ein av teimum, ið hevði frí í vikuskiftinum.

Sí video ovast (tað er á enskum)

KÍ og Sheriff Tiraspol spæla fyrra dystin í play-off umfarinum á Tórsvølli í kvøld. Dysturin byrjar 19.45. Hann sæst í Kringvarpinum, og FM1 sigur frá. Portalurin verður á staðnum. Tað er ókeypis atgongd til dystin - tó skal tað skrásetast her


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder