Hondbóltur

Video: - Vilja gera túrin góðan hjá ommusoninum og stuðla liðnum til EM

Barbara Høj er mamma Brynju Høj, og hon var ein av spentu ferðafólkunum á flogvøllinum í morgun.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2024-04-05 14:24 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Reykjavík, Ísland (Portalurin): Føroysku A-landsliðið hjá kvinnum fór í morgun við rutuni hjá Atlantsflogi til Keflavíkar.

Stór uppgáva er fyri framman á Hafnarfjørðinum sunnudagin. Ein av teimum, sum er komin at stuðla er Barbara Høj.

Hon hevur verið virkin í hondbóltsumhvørvinum leingi og millum annað verið við til U-endsapøl hjá soninum Paula Høj.

Nú er tað A-landsliðstúrur. Barabara fegnast um avrikið móti Svøríki og sigur, at tey fara at gera sítt til at stuðla dóttirni Brynju Høj og hinum í avgerandi dystinum um EM-pláss.

Hetta inni ber millum annað at taka sær av eldra soninum hjá Brynju, Baraldi, sum er við á túrinum. Barbara og maðurin fara eisini at gera túrin í Reykjavík stuttligan fyri hann.

Sí samrøðuna ovast

Sí eisini: Føroysku kvinnurnar komnar til Íslands

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder