Hondbóltur

Video: - Vit fara eftir at endiliga vinna ein útivallardyst

- Eisini so tit fáa annað at tosa um, enn at vit bara tapa á útivølli, sigur Teis Horn Rasmussen smílandi, eftir at hann hevði "tape'að" knæið inn. Sterki føroyski strikuspælarin er komin fyri seg, og tað vísti hann mikukvøldið.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2024-11-08 21:37 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Vilnius, Litava (Portalurin) - Eg hevði eitt lítið skaðatíðarskeið men fekk spælt nakrar dystir fyri Aarhus áðrenn landsliðssteðgin. So helt eg, at eg fekk víst mikudagin, at eg eri við at vera har, sum eg skal kropsliga: Vit standa ógvuliga væl í verjuni, lata ikki so nógv mál inn, og í álopspartinum royndi man at hjálpa at gera pláss fyri hinum.

Umframt at leggja góðar "screeningar" fyri liðfeløgunum skoraði Teis Horn Rasmussen fimm mál av strikuni í stóra sigrinum á Kosovo. Nummar 79 spældi so at siga 60 minuttir og var ógvuliga stinnur í føroysku miðverjuni.

[object Object]
Teis Horn Rasmussen flúgvandi í føroyska 32-21 sigrinum á Hálsi mikukvøldið (Mynd: Sverri Egholm)

[object Object]Teis saman við Peturi Krogh, makkara í miðverja og í Aarhus HC, á flogvøllinum í Vilnius fyrr í dag (Mynd: Egin Tollaksson Kass)

Sí eisini: Vilhelm Poulsen: - Ukraina er helst eitt betri lið enn Kosovo

Sí eisini: Mótstøðuliðið hjá Føroyum tapti málríkan og tættan dyst móti bólkafavorittunum

Teis viðurkennir tó, at har skal sterkari lútur til móti Ukraina, sum hevur størri dygdir og fleiri streingir at spæla uppá í sínum álopsspælinum, enn Kosovo hevði í sínum: Millum annað við nøkrum skjúttum.

Arbeitt varð eisini so at siga bert við verjuspælinum í Vilnius í kvøld. Teis nevnir eisini, at tol og góð kontra eru lyklaorð til týðandi dystin sunnudagin.

Í 2022 spældu Føroyar og Ukraina eisini EM-undankappingardyst á uttanveltaðum vølli. Tá var tað týðiliga meira enn hondbóltur fyri ukrainar so stutt eftir, at kríggið brast á. Hetta upplivdi Teis Horn Rasmussen.

- Nú skulu Føroyar royna at endliga fáa ein sigur á útivølli - sjálvt um tað ikki er heimavøllur hjá Ukraina. Hetta millum annað fyri at fáa tykkum miðlar at tiga um tað, sigur 28-ára gamli havnarmaðurin at enda brosandi.

Sí alla samrøðuna - og tape'ingina ' hjá Teisi ovast.

Filmað og klipt: Egin Tollaksson Kass

Sí eisini: Úr Vágum til Vilnius (Myndir og ferðafrásøgn)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder