Tiraspol, Transnistria, Moldova (Portalurin) - Hava nýtt allar tríggjar útskiftingsteðgirnar, og Páll heldur helst ikki so leingi enn.
Soleiðis greiðir Magne Hoseth millum annað Portalinum frá, hvat tankarnir vóru móti endanum - undirritaði hevði í støðuni gloymt útskiftingina í fyrra hálvleiki.
Sí eisini: Rakk ikki til Europa League-bólkaspæl
KÍ-høvuðsvenjarin viðurkennir, at hann kanska var heldur seinur at skifta leikskipan, og at lið hansara manglaði energi í dag.
Hann er ónøgdur við brotssparkið, ið leiddi til leiðslumálið - serliga tí at rangstøða var áðrenn. Tað er beiskt, sigur Magne Hoseth um play-off tapið. Tó er hann aftur errin av avrikinum hjá liði sínum, sum nú fær nakað av frí.
Sí eisini: Luc Kassi: Málið merkir bara ikki so nógv tá vit tapa
Sí eisini: Rene Shaki Joensen: Upp- og niðurtúrar eru partur av fótbólti
UEFA Europa League Play-off, seinni dysturin
Í dag, hósdagin 31.08
Sheriff Tiraspol - KÍ 2-1 (1-1) - 3-2 samanlagt
16' Luvannor (br.) 1-0
34' Luc Kassi (Árni Frederiksberg) 1-1
74' Armel Zohouri 2-1
KÍ (5-4-1/3-4-3): Nils Jonathan Johansson - Jóannes Kalsø Danielsen, Heini Vatnsdal, Odmar Færø, Vegard Forren (20' Børge Petersen), René Shaki Joensen - Árni Frederiksberg, Deni Pavlovic, Jákup Biskopstø Andreasen (L), Patrick Da Silva - Luc Kassi
Hesir komu inn í 2. hálvleiki: Hallur Hansson, Mads Boe Mikkelsen og Sivert Gussiås
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald