Hondbóltur

Video: - Vit vildu tað nógv meira enn Portugal

Vildu vísa at vit eru eitt ekstremt gott lið, óanæð hvør spælir. Hetta segði strikuspælarin úr VÍF, Kristian Jensen og leggur afturat at verjan bara sat.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2023-06-26 21:10 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Hetta er fyrstu ferð, at vestmenningurin spælir eina slíka kapping. Hann spældi nógvar minuttir móti Angola, men hevur síðani, saman við fleiri øðrum, bara sitið á bonkinum.

Nú skuldi tað verða, og Kristian Jensen og hinir tóku sanniliga av. Vestmenningurin staðfesti, at spælararnir vóru ógvuliga tendraðir at vísa, at tað er líkamikið hvør spælir: Føroyar hava eitt ógvuliga gott lið.

Kristian er strikuspælari og skoraði tvey mál í dag. Hann spældi eisini allar 60 minuttirnar í verjuni - sum høgru 2’ari og gjørdi hann tað sum heild ógvuliga væl í mann-mann støðum og í uppbakning.

[object Object]
Kristian Jensen kastar seg og skorar uppá ein returbólt (Mynd: Sverri Egholm)

[object Object]
Strikuspælarin úr Vestmanna (nr. 17) fegnast saman við liðfeløgunum (Mynd: Sverri Egholm)

Hann viðurkendi, at tað er eitt stórt fysiskt trýst og nakað heilt annað enn at spæla í Burn-deildini.

Kristian Jensen trívist tó í tí, og sigur at tað snýr seg um at hava sjálvsálit og samanhald og at vilja tað meira - í dag fóru teir út at prógva nakað, Kristian kundi líta á m.a. Sasha í málinum og Ova undir liðuni á sær, og man vildi tað nógv meira enn Portugal. Nú skulu somu virðir takast við fyri at stríðast um HM-finalupláss.

Sí eisini:
Myndir: Føroyar - Portugal
Stóðu próvtøkuna við hægsta metið

Video:
Ovi Lützen: - Hesin dysturin gevur okkum nógv
Bjarni í Selvindi: Allir taka av møguleikanum í dag
Julian Johansen: - Eitt tað besta avrikið hjá hesum landsliðnum
Pauli Høj: - Vit stýra leikferðini

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder