Fótbóltur

Video: Adrian avgjørdi aftur fyri Hillerød

26-ára gamli føroyingurin skoraði einsamalla málið í kvøldsins dysti móti Hvidovre - sítt tíggjunda í kappingarárinum. Daniel Johansen spældi fullan dyst og bjargaði í málteignum í síðstu løtu.

26-ára gamli vongurin er glóðheitur

26-ára gamli vongurin er glóðheitur

2024-11-01 22:06 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Hillerød vann í kvøld annan dystin á rað, og annan dystin var tað Adrian Rúnason Justinussen, sum varð avgerandi frammanfyri mótsstøðumálinum.

26-ára gamli vongurin er glóðheitur og málið móti Hvidovre var hansara 10. í 15 dystum í Nordic Bet-deildini í ár. Adrian er nummar tvey á toppskjúttalistanum í næstbestu donsku deildini. Ein OB-spælari hevur 11 mál.

Nummar 17 var til reiðar, tá ein returbóltur kom út til hann stutt uttanfyri brotsteigin. Málverjin var nakað úti úr málinum, og á helur løgnan - men snildan - hátt setti føroyingurin bóltin í netið við høgra fóti.

Sí hæddarpunkt á TV3 Sport - HER

Hetta varð einasta málið í dystinum í Farum. Niðurflytararnir úr Superliguni liggja ananrs á 4. plássi - Hillerød er nú nummar 7 og bert eitt stig frá ovaru hálvu. Um man er har eftir fyrru hálvu av kappingini, so kann man ikki flyta niður.

Adrian Justinussen spældi 83 minuttir á vinstra vongi. Daniel Johansen spældi aftur fullan dyst á vinstra vongbakki. Daniel var við at halda málið reint - millum annað tá hann ruddaði nærum á strikuni í seinastu løtu í yvirtíðini.

Seinasti dystur hjá Hillerød undan landsliðssteðginum er mánakvøldið 11. november í Hobro.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder