Fótbóltur

Video: Áki Samuelsen við at skjóta Ranheim nærri uppflyting

U21 landsliðsliðformaðurin skoraði trygt og javnaði við ivasama brotssparkinum, sum lið hansara fekk - seint í dystinum avgjørdi Ranheim í undirtali og er nú á play-off pláss.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2025-09-30 16:44 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Liðið hjá Áka Samuelsen vann í gjárkvøldið týðandi sigur í næstbestu norsku deildini.

Støðan var annars ikki tann besta hjá Ranheim í útidystinum: Raufoss legði seg á odda í 27. minutti, og seinna helming av seinna hálvleikinum spæld Ranheim í undirtali eftir útvísing.

Tað hjálpti, at Áki Samuelsen hevði javnaði við brotssparki fimm minuttir fyri steðgin. Útfrá upptøkunum sá brotið greitt út til at verða framt uttanfyri brotsteigin, men 21-ára gamli føroyingurin tók av, tá hann slapp at royna seg úr ellivu metrum.

Sí støðuna frá 2.00 - og hæddarpunkt annars - ovast ella á Youtube

Nummar 10 hjá Ranheim hevði nøkur onnur skot og skapti nakrar vandastøður annars.  Áki Samuelsen varð skiftur út í 77. minutti, men fýra minuttir fyri leiklok fekk útiliðið sigursmálið í undirtali.

Tað sendi Ranheim upp á 6, plássið í OBOS-deildini, nú seks umfør resta í. Lið frá 3. - 6. pláss skulu spæla um uppflyting (play-off). Tað eru eisini bert trý stig upp til beinleiðis uppflytingina, sum er 2. plássið.

Sí stigatalvuna her

Áki Samuelsen hevur síðani landsliðssteðgin skorað tvey mál og lagt upp til tvey í trimum dystum fyri Ranheim - hann skal aftur spæla fyri U21 í oktober, tá Fraklandi og Sveis vitja føroyska oddaliðið. Samanlagt hevur føroyski vongurin níggju mál og sjey upplegg í OBOS-deildini.

Sí eisini: U21: Ólavur Mikkelsen hevur tikið júst sama hóp út

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder