Fótbóltur

Video: Aron Benjaminsen vísti seg væl fram í venjingardysti

17-ára gamli føroyingurin spældi umleið ein hálvan tíma í venjingardysti móti einum av allarbestu norsku liðunum. Brann vann 4-2, men Aron kundi skorað og fingið brotsspark.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2025-02-07 08:27 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Aron Benjaminsen vísti frískar taktir sum innskiftari í seinna hálvleiki.

Soleiðis skrivar Kristiansund Ballklub niðast í grein á heimasíðu sínari undir einari mynd av unga føroyska vonginum, meðan Aron gongur av vøllinum á Nord Møre leikvøllinum.

17-ára gamli føroyingurin varð skiftur inn í 65. minutti í heimadystinum móti Brann Bergen í gjár, hósdagin, og við yvirtíð, spældi Aron Benjaminsen harvið samanlagt umleið ein hálvan tíma.

Høgri vongurin við ljósa hárinum, kviku fótunum og 34-talinum var sprelskur, og skjótt fekk Aron Benjaminsen bóltin í brotsteignum hjá Brann. Sum upptøkurnar hjá mótsstøðuliðnum vísa - og frásøgumaðurin hjá Brann vísir á - kundi ungi føroyingurin væl fingið brotskast, tá hann var tarnaður og fór umkoll..

Løtu seinni fangaði Aron eina vánaliga alvering frá málverjanum hjá Brann, su stóð langt úti. U19-landsliðsspælarin sveiggjaði góða vinstra fótin, men málverjin kom á flottan hátt aftur og 

Hæddarpunkt frá dystinum síggjast ovast í greinini ella HER - á youtube

Støðurnar hjá Aroni síggjast frá 2.28 á videobrotinum. Hann hevur nummar 34 á rygginum

Heimasíðan hjá KBK umrøður støðurnar og avrikið hjá Aroni

[object Object]
Ætlanin er, at Aron Benjaminsen í ár - í størri mun enn í fjør- er partur av hópinum hjá besta liðnum (Mynd: kristiansundbk.no)

Sum kristiansundbk.no vísir á, so var talan um ein ógvuliga ungan hóp. Liðið, sum spælir í bestu norsku deildini, hevði til venjingardystin móti silvurvinnarunum í fjør ein miðalaldur á 24. 

Her togar Aron Benjaminsen talið nakað niður. Blaðungi og evnaríki føroyingurin kom til felagið seinasta vetur, og longu tá varð víst á, at Kristansund veruliga er eitt felag, sum gevur ungum spælarum møguleika og mennir teir.

Hann fekk seg nakað royndan í venjingardystum í fjør. Nú bendir nógv á, at fyrrverandi Skála-spælarin sleppur at vera meira partur av besta liðshópinum í ár. Aron hevur higartil verið við til allar tríggjar venjingardystirnar hjá Kristiansund..

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder