HB vann sum væntað stórt á Sandi í útsettu fjórðingsfinaluni, men tað var ikki fyrrenn í 64. minutti, at steypavinnararnir øktu.
Tá var tað Jákup Thomsen, ið sló til. 23-ára gamli áleyparin hevur verið ógvuliga nógv skaddur seinastu árini, og hetta var hansara fyrsta mál fyri besta liðið hjá HB, síðani hann kom aftur í fjør. Jákup Thomsen hevur skorað seks mál fyri næstbesta liðið hjá HB - í samanlagt 15 dystum í ár og í fjør - og í sínum tíggjunda skrásetta dysti fyri besta liðið hjá barndómsfelagnum, og sínum fyrsta steypadysti, skoraði Jákup Ludvig Thomsen tvey mál.
Málini síggjast ovast í greinini
Jákup L. Thomsen er nú av álvara á veg aftur eftir lang tíðarskeið úti við skaða (Mynd: Sverri Egholm)
HB økti tvær ferðir afturat, har liðformaðurin og miðverjin Hørður Askham eisini kom á máltalvuna. Úrslitið merkir, at HB og NSÍ hittast í aðrari hálvfinaluni í kappingini um Løgmanssteypið. Í hinari eru tað Víkingur og B36. Fyrru hálvfinalurnar verða leiktar 20. ella 21. november, meðan seinnu verða leiktar 27. ella 28. november.
FInalan um løgmanssteypið verður 4. desember.
B71 - HB 0-5 (0-1)
17’ Steffan Radosaljevic 0-1
64’ Jákup L. Thomsen 0-2
70’ Jákup L. Thomsen 0-3
75’ Michal Przybylski 0-4
77’ Hørður Askham 0-5
Les eisini: HB spældi seg í hálvfinaluna
Tøl: Faroesoccer
Sjónband: FSF Varpið
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald