 
                
                        
Almere, Niðurlond (Føroyar): At talan fór at vera um málríkan dyst aftur, var helst greitt, men fyri Paula Jacobsen var tað umráðandi at taka frá í løtum.
Tað gjørdi 22-ára gamli hoyvíkingurin so sanniliga fyrsta partin av 2. hálvleiki, har nakrar stórbjargingar vóru við at skapa frástøðu frá Niðurlondum.
- Tað at teir ikki sleppa at skjóta í síðstu sekundunum vísir, hvørjum stríðsanda vit spældu við í dag, sigur liðskiparin.
Pauli hevði samanlagt níggju stórbjargingar og varð kosin dagsins spælari, men han hevur hug at peika á viðleikararnar. Millum annað Aleksandar Sasha Lacok, sum hevði týðandi brotskastsbjarging móti endanum.
Málverjin úr Hoyvík stórrósti eisini áskoðarunum, og staðfesti at tað vóru rørandi løtur eftir dystin.
Hoyr samrøðu ovast
![[object Object]](https://cdn-ac.knassar.fo/media/2025/03/16/gallery-thumbnail/174214164420xssop6cw.webp) Zakaris Joensen, pápi Paula, eftir seinasta bríksl (Mynd: Sverri Egholm)
Zakaris Joensen, pápi Paula, eftir seinasta bríksl (Mynd: Sverri Egholm)
 
                                                         
             
    
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald