Fótbóltur

Video: - Eg helt ikki bólturin fór inn

(6 min) - Tá bólturin so fór inn, var alt á gosi, sigur málskjúttin í dystinum móti Fraklandi í gjár, Steffan Abrahamsson Løkin. Hann greiðir frá, at hann í grundini hevði meldað avboð til á hesar U21 dystirnar, men eingin annar áleypari var tøkur, so venjarin fekk hann við.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2021-09-07 18:03 Author image
Portal.fo sjónvarp
placeholder

- Tað hevur ikki gingið ordliga fyri mær enn. Men man hevur sovi væl í nátt, og nógv glað fólk hava skrivað, og hetta er nakað tað størsta, ið ein kann uppliva.

Steffan Abrahamsson Løkin. Tey, sum hava fylgt føroyskum fótbólti rímiliga síðstu árini, kenna navnið og helst eisini dygdirnar hjá honum. Onnur hava kanska hoyrt um 20-ára gamla áleyparan úr Saltangará.

Hann er uppvaksin í NSÍ og er partur av kendari fótbóltsfamilju. Í ár hevur hann spælt fyri B68 og gjørt tað væl - í gjár skrivaði hann tó eitt heilt nýtt og glæsiligt kapittul í sína egnu og føroyska fótbóltssøgu. - Tað var tað sjúkasta nakrantíð, segði Steffan við okkum á Svangaskarði seinanpartin.

Í dag hevur hann frí - í morgin byrjar hann bachelorlesnað innan politikk og umsiting á Fróðskaparsetrinum, meðan fleiri av mótstøðuleikarum, sum eftir síðsta bríksl í gjár kvikaðu sær í skiftingarrúmið uttan at takka fyri dystin, meðan føroyingarnir stórfegnaðust í Gundadali, gera seg til reiðar til dyst í bestu fronsku, ensku, italiensku og sponsku deildini.

Lagt til rættis: Agnar Prestá og Sverri Egholm

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder